Okkara fremsti fimleikari hjá kvinnum, Astrid Nanly Breckmann, kann nú kalla seg Danmarksmeistara í amboðsfimleiki.
Í dag luttók Astrid, sum er partur av føroyska kvinnulandsliðnum í amboðsfimleiki, í Danmarksmeistaraheitinum fyri lið í amboðsfimleiki.
Astrid luttók saman við liðfeløgum sínum í danska fimleikafelagnum KG66. Og tað var Astrid og liðfelagarnir úr KG66, sum vunnu danmarksmeistaraheitið fyri lið.
Astrid venur annars til dagligt við Havnar Fimleikafelag. Eisini er merkisvert, at umframt at hon vann kappingina saman við sínum liði, so var hon eisini besti fimleikari kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald