Sum vanligt, verður ólavsøkuróðurin ólavsøkuaftan, og fyri at avmarka smittuvandan, verður heitt á fólk um at keypa atgongumerki til róðurin á netinum og at halda frástøðu.
Tað sigur Áhugafelagið Ólavsøkuróðurin í tíðindaskrivi.
– Roknast kann við nógvum áskoðarum til ólavsøkuróðurin. Orsøkin er, at undirtøkan fyri kappróðrinum hevur verið met høg í ár, og at kappróðurin er eitt av høvuðstiltøkunum á ólavsøku. Av tí sama, kann tað gerast trongt við inngongdirnar. Tí heita fyrireikararnir á fólk, um at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum, fyri at fólk betur kunna halda frástøðu.
Møguleiki er tó framvegis at keypa atgongumerki við inngongina eisini, men til ber eisini at keypa tey her.
Tá fólk koma til inngongdirnar við róðrarøkið, skulu tey hava atgongumerkið klárt til skanning, annaðhvørt á fartelefonini ella pappíri. Tá er tað munandi skjótari at sleppa inn enn annars.
Á keiøkinum er møguligt at gjalda við korti fyri onnur tiltøk, leskidrykkir osfr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald