Annað

Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður 2. juni

Um eina viku verður Tórshavn Marathon skotið í gongd fyri 17. ferð.

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2019-05-26 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 2. juni verður aftur skipað fyri Tórshavn Marathon. 

Møguleiki verður bæði fyri at renna heilt og hálvt marathon. Runnið verður m.a. á Oyggjarvegnum og til Kaldbaks.

Í hesum sambandi verða fleiri vegir ávirkaðir av renningini millum klokkan 12.30 og 19, skrivar Tórshavnar kommuna. Meira kunning um hetta sæst her.

Hetta er 17. ferð, at skipað verður fyri Tórshavn Marathon.

Luttøkan í fjør var metstór, sambært Kringvarpinum. Tá luttóku uml. 700 rennarar úr heili 28 londum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder