Sekstanda umfar í Premier League hevur verið um vikuskifti. Í gjár vóru fimm dystir leiktir, har Liverpool enn einaferð vann, meðan Manchester United vann grannauppgerðina ímóti Manchester City. Í dag eru fýra dystir leiktir í Premier League, meðan tann seinasti verður mánavkøldið.
Fríggjadagin fekk Brendan Rodgers nýggjan sáttmála við Leicester eftir góðu gongdina í Premier League, og góða gongdin helt fram í dag, tá teir vunnu 1-4 á útivølli ímóti Aston Villa. Tað var toppskjúttin í Premier League Jamie Vardy, ið legði gestirnar á odda tá tjúgu minuttir vóru leiktir. Tjúgu minuttir seinni skoraði Kelechi Iheanacho til 0-2, áðrenn Jack Grealish minkaði um munin beint fyri steðgin. Beint eftir steðgin økti Jonny Evans til 1-3, áðrenn Jamie Vardy staðfesti sigurin eitt korter fyri tíð, tá hann skoraði til endaliga úrsliti 1-4.
Hetta er áttandi dystur á rað at Jamie Vardy skorar, og hann hevur skorað ellivu mál seinastu átta dystirnar. Hetta er eisini áttandi sigur á rað hjá Leicester, ið liggja øðrum plássið seks stig frammanfyri Manchester City, og eru fyrsti avbjóðarin hjá Liverpool í stríðnum um meistaraheitið.
Góða gongdin hjá Newcastle heldur fram. Í dag bleiv tað til ein 2-1 sigur móti Southhampton. Newcastle hevur vunnið fýra av síðstu seks dystinum.
Sheffield United vann á útivølli 1-2 móti Norwich, meðan Brighton og Wolves leiktu javnt 2-2.
Í morgin er ein dystir á skránni, tá grannauppgerð verður í London, har West Ham tekur ímóti Arsenal.
Premier League 16. umfar
Everton – Chelsea 3-1
Bournemouth – Liverpool 0-3
Tottenham – Burnley 5-0
Watford – Crystal Palace 0-0
Manchester City – Manchester United 1-2
Aston Villa – Leicester 1-4
Newxastle – Southapmton 2-1
Norwich – Sheffield United 1-2
Brighton – Wolves 2-2
Mánakvøldið:
West Ham - Arsenal
Støðan:
1. Liverpool (46 stig)
2. Leicester (38 stig)
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig)
5. Manchester United (24 stig)
6. Wolves (24 stig)
7. Tottenham (23 stig)
8. Sheffield United (22 stig)
9. Crystal Palace (22 stig)
10. Newcastle (22 stig)
11. Arsenal (19 stig)*
12. Brighton (19 stig)
13. Burnley (18 stig)
14. Everton (17 stig)
15. Bournemouth (16 stig)
16. West Ham (16 stig)*
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig)
Ein dyst færri *
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald