Annað

Avgerð um golfvøllin á Glyvursnesi takast í komandi viku

Mentanarnevndin í Tórshavnar býráð skal taka støðu til, um arbeiðið at byggja golfvøllin skal setast í gongd í 2021.

2020-09-30 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um eina viku fer mentanarnevndin hjá Tórshavnar býráð at hava fund, har avgerð skal takast um, hvørt arbeiðið at byggja Føroya fyrsti veruliga golfvøll skal setast í gongd komandi ár.

Tórshavnar Golffelag hevur verið til í nøkur ár, og hevur eisini spælt á Glyvursnesi higartil, men umstøðurnar líkast ikki teimum í okkara grannalondum.

– Tað er dýrt og í mun til ætlanina hjá kommununi er tað tí ætlanin at byggja trý hol um árið í tíðarskeiðnum 2021-2023, so mann endar við einum vølli við níggju holum. Síðani má tíðin vísa, um tørvur og fígging er til níggju hol afturat í Havn, sigur Jógvan Amonsson, formaður fyri Tórshavnar Golffelag við Golf.dk.

Hann vísir á, at Føroyar ikki eru eins slættar og Danmark, har ein bert kann grava nøkur hol í jørðina og gera ein golfvøll, eisini vísir hann á, at kommunuvalið nærkast, og eitt nýtt býráð kann møguliga útseta byggingina.

150 limir eru í Tórshavnar Golffelag, og í Eysturoyar Golffelag eru uml. 15 limir.

Íðkarar í Eysturoynni hava leigað eitt nøkunlunda slætt øki frá einum bónda, har tey kunnu spæla, men eisini har kundu umstøðurnar verið betri.

Eingin ivi er um, at ein golfvøllur bæði hevði kunnað drigið nógv ferðafólk at sær, umframt at hann hevði kunnað økt um møguleikan hjá Føroyum at gerast vertur fyri Oyggjaleikirnar, sigur Sølvi Reinert Hansen, formaður í Eysturoyar Golffelag við Golf.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder