Annað

Avgerðandi dystur í bólkaspælinum

Fleyr og KÍF spæla leygardagin um at sleppa í hálvfinaluna.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-26 20:09 Author image
Innsent
placeholder

SÍ greiddi sínar skyldur í bólkaspælinum við fyrst at vinna 3-0 á KÍF og síðan 3-1 á Fleyr og eru harvið tryggjaðar pláss í hálvfinaluni sum vinnarar av bólki 1.

Seinasti dystur í bólki 1 verður leygardagin kl. 14.00 millum KÍF og Fleyr í Kollafirði. Væntast kann ein spennandi dyst, har liðini hava alt at spæla fyri. Hyggja vit eftir landskappingini, so hava tað eisini verið tættir dystir millum hesi bæði liðini, har Fleyr tó hevur havt munin við at vinna ávikavist 3-2 og 3-1 í innanhýsis dystunum.

Stigatalvan í landskappingini bendir tó ikki á líka javna kapping, har Fleyr liggur á 2. plássi og KÍF á einum 5. plássi, 8 stig færri enn Fleyr. Tískil bendir nógv á, at hetta er seinasta útkall hjá KÍF at bjarga kappingarárinum, og fara tær óivað at gera alt fyri at knógva sterka Fleyr-liðnum leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder