Hondbóltur

Avgerðin kann falla í kvøld

Team Klaksvík skal vinna í Vestmanna fyri at halda fast í vónini um fjórða plássið - Neistin og H71 bresta saman í Hoyvík.

Talan er um lagnudyst hjá Sámali á Tjaldrafløtti og Team Klaksvík í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

Talan er um lagnudyst hjá Sámali á Tjaldrafløtti og Team Klaksvík í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-24 16:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld halda kollfirðingar við VÍF. Hetta er óvanligt, men orsøkin er, at oddaliðið í Burn-deildini endaliga kann syrgja fyri, at KÍF kemur í hálvfinalurnar. Hetta gera teir við at fáa stig ímóti Team Klaksvík, ið vitjar í kvøld.

Klaksvíkingar hava ongantíð vunnið í Vestmanna í bestu deildini, og tað verður sera møtismikið móti oddaliðnum. Team Klaksvík misti sigurin á gólvið í Kollafirði í lykladystinum fyri trimum vikum síðani, men av tí at KÍF tapti á Skála í seinastu viku, so livir vónin hjá Team Klaksvík um hálvfinalupláss enn. Fýra stig skilja liðini, sum dystast um tað, og bæði spæla í seinasta umfari í vikuskiftinum.

Tá tekur Team Klaksvík ímóti Neistanum, sum í kvøld vitjar í Hoyvík, har talan verður um endurtøku av finaluni. Ikki so nógv er uppá spæl, tó at H71 á pappírinum hevur møguleikan at yvirtaka 1. plássið hesar komandi dagarnar, og at Neistin kann yvirhála júst H71. 


Burn-deildin 17. umfar
24.03
20.00: VÍF - Team Klaksvík - Kann síggjast í Kringvarpinum
            H71 - Neistin
18.03
StÍF - KÍF 32-28

Støðan
1. VÍF 26 stig - 16 dystir
2. H71 23 stig 16 dystir
3. Neistin 19 stig - 16 dystir
4. KÍF 18 stig - 17 dystir
5. Team Klaksvík 14 stig - 16 dystir
6. Kyndil 8 stig - 17 dystir
7. StÍF 8 stig - 18 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder