Hondbóltur

Avgerðin kann fella í Kollafirði í kvøld

Um H71 vinnur, verður steypið handað hoyvíkingum triðja árið á rað - um KÍF vinnur, so verður ein fimta og púra avgerandi finala í Hoyvík leygardagin. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20.

H71 hevur yvirtakið og kann endaliga fella kollfirðingar á teirra heimavølli í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

H71 hevur yvirtakið og kann endaliga fella kollfirðingar á teirra heimavølli í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-01 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt langt kappingarár í Burn-deildini kann koma at enda við dystinum í Kollafirði í kvøld. Talan er um fjórðu FM-finaluna, og ungu hoyvíkingarnir kunnu avgerða alt.

Fjórða FM-finalan í Burn-deildini
Í morgin, mikudagin 1. mai
20.00: KÍF (1) - H71 (2)

H71 hevur vunnið báðar finalurnar á heimavølli - fyri seks døgum síðani avgjørdi KÍF í evstu løtu í Kollafirði. Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur er føroyameistari.

Í H71-leguni hugsavna teir seg um sínar uppgávur í dystinum og ikki um týdningin av sjálvum dystinum. Hetta sigur profilurin Bogi Hansen í øllum førum við Portalin. Toppskjúttin í hesari finalurøðini dylur tó ikki fyri, at hesir dystirnir eru nakað serligt.

- Tað er ótrúliga stuttligt at spæla hesar dystirnar. Hetta er tað sum man venur fram ímoti í gjøgnum alt árið. Og sjálvandi er tað eyka stuttligt, tá ið tað verður gjørt so nógv burturúr. Tað gevur ein eyka góðan stemning í hallunum.

Sí eisini: Bogi Hansen: - Tað er ótruliga stuttligt at spæla hesar dystirnar

Fríði Weyhe sigur eisini, at tað er fantastiskt at merkja huglagið í hallunum til hesar dystirnar - serliga hjá egna "Reyða Múri". Ein av profilunum hjá KÍF viðgongur fyri Portalinum, at tað hevur verið avbjóðandi kropsligt og sinnisligt at spælt so nógvar tættar dystir seinastu vikurnar.

KÍF trívist tí í hesum, og man hevur vant seg við tað, sigur Fríði við Portalin.

Sí eisini: Fríði Weyhe: - Vit fara til hesa uppgávuna við sama hugburði

Kravið er at KÍF vinnur, um FM-møguleikin framvegis skal vera har hjá liðnum, ið fá høvdu væntað fóru at koma so langt í ár. Tað eydnaðist at vinna dramatiska dystin í somu høll fyri einari viku síðani, og lagt er eisini upp til stóran spenning í kvøld frá klokkan 20.

Dysturin sæst á live.hsf.fo. Portalurin verður eisini til staðar í Kollafirði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder