Annað

Avgerðin um FM fellur seinnapartin

Fyrru finalurnar hjá kvinnum og monnum hósdagin vóru ógvuliga tættar, og lagt er aftur upp til spenning í dag.

Tað kann gerast ógvuliga marginalt - serliga hjá kvinnum 
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað kann gerast ógvuliga marginalt - serliga hjá kvinnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-20 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skírishósdag vann Fleyr omaná eftir ógvuliga tætta finalu móti SÍ, og Mjølnir koppaði Fleyr eftir fýra sett. Hetta vóru tvær sera spennandi finalur, har kvinnurnar fóru allan vegin til fimm sett, og har Fleyr veitti Mjølnir dygga mótstøðu.

Treyirnar í dag eru rímiliga einfaldar: Vinna somu liðini sum hósdagin, so er FM í hús. Vinnur hitt liðið, so skal eitt eyka sett - eitt solkallað gullsett - til. Tað er líkamikið, um vunnið verður við 3-0, 3-1 ella 3-2 í báðum førum.

Seinnu FM-finalunrar í flogbólti
15.00: Fleyr - Mjølnir (menn)
17.00: Fleyr - SÍ (menn)

Fleyr og SÍ eru tvey ógvuliga jøvn lið, og tað skuldi verið løgið um tað verður avgjørt uppá bert trý sett í dag. Mjølnir er favorittur at fara avstað við FM, meðan Fleyr skal gera ítarsta, fyri at fáa seinnu mansfinaluna av álvara spennandi.

Kringvarpið stroymir báðar finalurnar á heimasíðu sínari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder