2021-04-18 14:58
Fólk fóru so nipin heim aftur. Tey ætlaðu at hyggja eftir einum av teimum mest spennandi uppgerðunum í fyrsta umfarinum í kappingini um løgmanssteypið, dysturin millum KÍ og NSÍ.
Men stutt undan dystarbyrjan gjørdist greitt, at eingin dystur fór at verða spældur við Djúpumýrar í dag. Orsøkin er, at skaði er komin á tað eina máli. Málið er lappað sum frægast, men hetta góðtók dómarin ikki.
KÍ spældi við júst sama skadda máli fyri einari viku síðani, og tá var eingin trupulleiki. Men tað er tað altso í dag.
Dysturin millum KÍ og NSÍ er útsettur til týsdagin klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald