Annað

Avstralskur býur í uppskoti sum OL-vertur í 2032

Verður Brisbane valdur sum vertsbýur, verður tað fyrstu ferð síðan ár 2000, at Avstralia er vertur fyri OL – Endalig støða verður tikin í málinum í juli.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-11 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin upplýsti Altjóða Olympiska Nevndin (IOC), at leiðslan hevur skotið upp at avstralski býurin Brisbane skal verða vertur fyri Olympisku Leikunum um 11 ár, í ár 2032.

Tað var í februar, at IOC boðaði frá, at Brisbane var besta boðið, og nú er býurin formliga í uppskoti til at verða vertur fyri OL.

Á fundi í Tokyo 21. juli, tveir dagar áðrenn ársins OL fer av bakkastokki í japanska høvuðsstaðnum, verður fundur, har endalig støða verður tikin um, hvar OL skal haldast um 11 ár.

Sum áður nevnt verður OL í ár hildið í japanska høvuðsstaðnum Tokyo. Í 2024 verður OL í franska høvuðsstaðnum París, og í 2028 verður tað í amerikanska stórbýnum Los Angeles.

Í ætlanini hjá Brisbane um OL framgongur m.a., at 84 prosent av teimum bygningunum og hentleikunum, sum brúk verður fyri í sambandi við OL, longu eru har ella fara at verða settir upp fyribils. Tí verður ikki neyðugt við so nógvum nýggjum byggjaríi, skrivar Ritzau.

Aðrar býir, sum áður hava bjóðað seg fram at halda OL í 2032 eru Mumbai í India, Jakarta í Indonesia, Doha í Katar, Madrid í Spania, og Ruhr-økið í Týsklandi.

Seinast OL var í Avstralia var í ár 2000, og áðrenn tað hevði OL ikki verið í landinum síðan 1956, tá OL varð hildið í Melbourne.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder