Avtalan, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, hava skrivað undir, fevnir um at stovna og reka ein breiðan ítróttarfakligan vitanardepil í nýggju stórhøllini.
Magni Mohr er leiðari í granskingarbólkinum í ítróttarfysiologi á Setrinum, og tað er hesin bólkurin, sum skal menna og reka nýggja depilin, sum skal veita vísindaliga grundaðar tænastur til menning av fólkaheilsuni í Føroyum og til føroyskan úrvalsítrótt. Tvær ph.d-verkætlanir verða partur av virkseminum.
Skipan av royndarstovuni
Útgerð, sum Fróðskaparsetrið hevur ræðisrætt yvir, og sum upprunaliga er fingin til vega av Vinnuframa, verður flutt av granskingarsetrinum, iNOVA, í nýggju royndarstovuna í stórhøllini. Onnur royndarútgerð, sum Fróðskaparsetrið eigur, verður eisini flutt í vitanardepilin í høllini.
“Tracking-útgerð” verður keypt og sett upp í høllini, umframt at royndarstovan verður útbygt við aðrari útgerð.
Fróðskaparsetur Føroya hevur ræðisrættin til royndarstovuna, sum eisini kann brúkast til aðrar granskingarverkætlanir og undirvísing. Leiðarin í granskingarbólkinum í ítróttafysiologi hevur, vegna Fróðskaparsetur Føroya, yvirskipaðu leiðsluna.
Fróðskaparsetrið eigur tær dátur, sum verða samlaðar inn í sambandi við verkætlanir, og Setrið hevur ábyrgd av, at dátur verða viðgjørdar og goymdar samsvarandi persóns- og datalóggávu.
Hálva hvørt ár hittast Fróðskaparsetrið og leiðslan í stórhøllini fyri at eftirmeta og um neyðugt tillaga arbeiðið á royndarstovuni.
Stórhøllin veitir hóskandi hølir og umstøður til virksemið. Avtalan kann sigast upp av báðum pørtum við 1-ára freist.
Skipan av ph.d.-virkseminum
Ein “ph.d.-skrivstova” ella royndarstovuskrivstova við tveimum ella trimum skrivstovuplássum verður í høllini við allari vanligari skrivstovuútgerð.
Tá høllin letur upp, flyta tvey vinnu-ph.d.-lesandi við ítróttarfakligari bakgrund inn hagar, har tey fara at hava sítt dagliga virksemi.
Umframt dagligu leiðsluna av royndarstovuni, skulu tey ph.d.-lesandi veita tænastur til ítróttalið, sum brúka høllina, og byggja upp og skipa fyri kropsligari venjing av eldri borgarum og barnagarðsbørnum í Tórshavnar Kommunu.
Onnur ph.d.-verkætlanin hevur høvuðsdent á úrvalsítrótt og hin á fólkaheilsu.
Tey vinnu-ph.d.-lesandi vísa til leiðsluna í stórhøllini, og leiðarin í granskingarbólkinum í ítróttafysiologi á Setrinum hevur fakligu ábyrgdina av ph.d.-verkætlanunum og innihaldinum í royndarstovuarbeiðinum.
Tey vinnu-ph.d.-lesandi verða innskrivað til lestur á ph.d.-skúlanum á Fróðskaparsetrinum, sum veitir vegleiðing, skeið og umsiting av ph.d.-útbúgvingini.
Fígging verður fingin til vega til tvey ph.d.-lesandi triðja- til fjórðahvørt ár.
Ph.d.-verkætlanirnar rinda innskrivingargjald fyri ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum eftir vanligari mannagongd, meðan stórhøllin rindar fyri húsaleigu.
Stórt gagn
- At fáa granskingar- og ítróttafakliga vitan í høllina við denti á bæði úrvalsítrótt og fólkaheilsu fer at hava stóran týdning fyri Føroyar og høvuðsstaðin, sigur Magni Mohr.
- Í dag hevur Setrið ein breiðan og sterkan granskingarbólk á ítróttarfakliga økinum, har vit saman við hollum útlendskum granskarum arbeiða breitt við úrvalsítrótti, umframt rørslu sum heilsufremjan, tá tað ræður um børn, vaksin og eldri, eins og vit arbeiða við rørslu sum viðgerð fyri fleiri ymiskar sjúklingabólkar, sigur hann.
- Ætlanin er, at allir hesir førleikarnir skulu í spæl fyri at menna ítróttin og fólkaheilsuna í nýggju kørmunum í Hoyvík. At vit seta tvær ph.d.-verkætlanir við hvørt triðja ella fjórða ár í høllini, ger, at vit fara at klekja fleiri fakfólk til ítróttin, granskingarumhvørvið, kommunurnar, heilsuverkið og skúlaverkið, sigur Magni Mohr, professari í ítróttarfysiologi, sum heldur hesa avtaluna fara at vera til stórt gagns.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, tekur undir við Magna Mohr.
- Eg fegnist um avtaluna við Fróðskaparsetur Føroya. Tað er gleðiligt, at stórhøllin eisini kann nýtast til gransking og onnur endamál, ið gagna lesandi og granskarum, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.
Les meira um fólkaheilsudepilin her.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald