Annað

Avtala undirskrivað um ÍSF-hús

Tórshavnar kommuna, sum yvirtekur bygningin næsta summar, rindar ÍSF 5 milliónir í endurgjaldi.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-06-17 18:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Ítróttasamband Føroya skrivað undir tvær avtalur um verandi og komandi ÍSF-húsið.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni í dag.

Í løtuni verður langhylurin í Gundadali lagdur til rættis. Langhylurin verður staðsettur vestan fyri verandi svimjihøll í Gundadali, har ÍSF-húsið stendur í dag. Í avtaluni, sum varð undirskrivað í dag, yvirtekur Tórshavnar kommuna bygningin á sumri 2020 og rindar ÍSF 5 mió. kr. í endurgjaldi fyri húsið.

Samstundis hava partarnir skrivað undir ætlanarskriv um leiguavtalu um lendi til at byggja nýtt ÍSF-hús suður úr og fram við parti av vestara skýli við ovara vøll í Gundadali.

- Við hesum er enn eitt týðandi stig tikið fram ímóti, at ÍSF kann fáa góðar karmar til egið virksemið og tað hjá mongu ser- og menningarsambondunum. Harumframt er enn ein týðandi fyritreyt fyri, at langhylurin verður bygdur, komin uppá pláss, skrivar torshavn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder