Tað verður í gamla HB-húsinum, at teir hvítu áskoðararnir fara at hita upp og koma í rætta lagið undan størsta dystin í árinum, finaluni um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli í morgin.
B36 boðar frá, at hús felagsins er leigað út til eitt jólaborðhald, og hóast besta liðið hevur spælt seg í finaluna, so verður hetta ikki broytt.
Finalan millum B36 og NSÍ verður bríkslað í gongd klokkan 16, men longu frá klokkan 13 hita tey hvítu upp.
- Vit vóna, at øll tey, sum hava eitt bankandi B36-hjarta møta upp í Bridgehúsinum klokkan 13, og vera við til at skapa eitt sindur av stemningi, sigur Magni Mouritsen, formaður í B36. Hann leggur afturat, at felagið vónar, at fólk møta upp í hvítum klæðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald