Roknskapurin hjá B36 skal javnviga í 2022. Tað var boðskapurin frá starvsnevndini til aðalfundin, tá felagið í gjár kom út við einum søguliga stórum halli. Tiltøk og sparingar eru sett í verk, men góða arbeiðið og ambitiónirnar í felagnum standa við
Tað er kostnaðarmikið at taka lut í føroyskum fótbólti. Tað noyddist fundarfólkið á aðalfundinum, í B36 húsinum hóskvøldið 17. februar, at sanna. Í fjør legði starvsnevndin fram eitt tað størsta avlopið í søguni, tá B36 hevði 2,2 milliónir krónur í avlopi. Og eitt ár seinni er hallið 3,1 millión krónur.
Stóra avlopið stavaði frá luttøku í evropeiskum fótbólti, og manglandi luttøka í 2021 var høvuðsørøkin til hallið í 2021.
- Tað kom tó ikki sum ein hvøkkur fyri fundarfólkið at 2021 gav hall, hóast nakað størri enn roknað var við. B36 er størsta fótbóltsfelag í landinum og starvsnevndin hevði boðað frá at góða arbeiðið og ambitiónirnar fyri bæði felagsskapin og bestu liðini skuldi varðveitast. Hóast tað hevði við sær eitt hall, skrivar B36 á himasíðuni.
Fíggjarliga er B36 rættiliga væl fyri og hevur onga langfreistaða skuld. Starvsnevndin greiddi frá, at gongd er sett á tiltøk, sum skulu syrgja fyri at raksturin í 2022 javnvigar. Tað er neyðugt, hóast at B36 vann steypakappingina í 2021 og við tí fær evropeiskar luttøkupengar í ár.
Magni Mouritsen, sum hevur verið formaður í B36 síðani 2020, legði á aðalfundinum frá sær. Nývald í starvsnevndina vóru Maj-Britt Hellisdal og Dánjal Petersen. Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin og Jákup Mørk er valdur til nýggjan formann í B36.
Í starvsnevndini hjá B36 eru:
Jákup Mørk, formaður
Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna
Símun Grønadal, kassameistari
Høgni í Jákupsstovu, skrivari
Bogi Petursson Nielsen, nevndarlimur
Maj-Britt Hellisdal, nevndarlimur
Dánjal Petersen, nevndarlimur
Ronnie Thomassen, formaður í ungdómsnevndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald