placeholder
Fótbóltur

B36 hevur gjørt eitt-árs sáttmála við danskan miðverja

27-ára gamli Lukas Enevoldsen hevur spælt beint undir 100 dystir í næstbestu donsku deildini og spældi í eina tíð undir liðuni á Jesper Brinck í miðverjuni hjá Brabrand.

Lukas Enevoldsen hevur seinastu tvey-árini spælt fyri FC Fredericia. Hann og B36 hava gjørt ein eitt-árs sáttmála

Lukas Enevoldsen hevur seinastu tvey-árini spælt fyri FC Fredericia. Hann og B36 hava gjørt ein eitt-árs sáttmála

2021-01-11 09:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið varð endaliga greitt, at Sonni Ragnar Nattestad aftur fer av landinum at spæla. Andrias Eriksen er framvegis skaddur og ivasamur til kappingarbyrjan, tað er ikki vist, um Erling Dávidsson spælir í felagnum næsta ár, og Bjarni Petersen er á veg aftur frá skaða. Harvið eru ymisk ivamál um miðverjuna hjá B36.

Les eisini: Sonni Ragnar til Dundalk

Felagið hevur nú tryggjað sær ein dana, ið hevur royndir úr næstbestu deildini í heimlandinum. 27-ára gamli Lukas Enevoldsen hevur seinastu tvey kappingarárini spælt fyri FC Fredericia, sum hann hevur umboðað 30 ferðir í Nordic Bet deildini.

Samanlagt hevur 192 cm høgi verjuleikarin spælt 95 dystir í næstbestu donsku deildini og eisini nakrar í 2. Division. Lukas Enevoldsen hevur millum annað spælt saman við Jesper Brinck, ið seinastu tvey árini hevur umboðað KÍ, í Brabrand. 

- Vit hava hugt eftir Enevoldsen í fleiri vikur nú, og fegnist eg um, at B36 hevur fingið hetta í hús. Hann er ein hartarbeiðandi og sterkur miðverji við rætta hugburðinum. Hann er ikki bangin fyri at fara í nærdystirnar, og so er hann ein fínur fýrur eisini. Hann hevði onnur tilboð, men helt at hendan avbjóðingin var tann mest áhugaverda”

Hetta sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36, við facebook-síðu felagsins. Partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála.

Hetta er annar leikarin, ið B36 higartil hevur fingið úr Danmark til komandi kappingarár.

Les eisini: B36 fingið danskan miðvallara í hópin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder