Fótbóltur

B36 og B68 byrja tíðliga seinnapartin

Betrideildarfótbóltur er á skránni frá klokkan 13 til umleið klokkan 20. Tað byrjar í Gundadali og endar í Gundadali - fimm rímiliga greiðir favorittar eru í dag.

B36 spælir móti B68 klokkan 13 - HB er á eisini heimavølli í dag. Dysturin móti AB í Gundadali byrjar klokkan 18 (Mynd: Sverri Egholm)

B36 spælir móti B68 klokkan 13 - HB er á eisini heimavølli í dag. Dysturin móti AB í Gundadali byrjar klokkan 18 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-08 10:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nógv ár hevur verið vanligt, at liðini í fremstu mansdeildini spæla bæði skírisdag og 2. páskadag. Ofta hevur annar av døgunum verið nýttir til fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið.

Hesuferð spæla liðini í 1. deild og í 2. deild hesar dagarnar, og umfar er Betrideildini er mitt í ímillum: Páskaaftan. Síðani verður umfar aftur mikukvøldið.

Dystirnir í dag eru lagdir á tann hátt, at til ber at fáa nógv ymiskt við. Eingin dystur byrjar samstundis, og tað er ongantíð, at meira enn tveir dystir koyra samstundis. B36 og B68 leggja út í Gundadali klokkan 13 - í tí sum kanska er mest spennandi dysturin á pappírinum - og fótbóltsdagurin endar ikki fyrrenn beint áðrenn klokkan áttá, tá seinasta bríksl í dystinum millum AB og HB ljóðar á sama staði. Har er HB stórfavorittur, og tað er eingin dystur, sum tykiskt púra opin.

Tó kann ein grannauppgerð altíð vera tað, ÍF er eisini á heimavølli og Víkingur spælir nú uttan Gunnar Vatnhamar, ið er seldur til íslendskan fótbólt.

Sí eisini: 
Samrøða við Gunnar Vatnhamar um skiftið: - Kundi ikki siga nei til hetta
Gunnar Vatnhamar komin í reyða og svarta búnan

Tað verður eisini áhugavert at síggja, um 07 Vestur kann gera nakað líknandi við KÍ í Sørvági sum í steypahálvfinaluni í fjør (2-2), og um Gilli Rólantsson ger so stóran mun fyri TB, at aldursforsetin av álvara spælir við um stig á Eiði.

Hesi bæði eru tó heldur ósannlík, men vit gerast klókari seinni í dag. Portalurin hevur dagføring frá øllum dystunum á forsíðu okkara, í samstarv við dystir.fo, og vit vera til fleiri dystir og hava myndir, samrøður og dystarfrágreiðingar.

5. umfar (umfar nummar trý) - í dag, leygardagin 8. apríl
Ley. 8. apr. 13:00B36B68
Ley. 8. apr. 15:00ÍFVíkingur
Ley. 8. apr. 16:00EB/StreymurTB
Ley. 8. apr. 17:0007 Vestur
Ley. 8. apr. 18:00HBAB

Kelda: fsf.fo

Støðan í Betrideildini eftir tvey umfør

1. KÍ 6 stig
2. HB 6 stig 
3. 07 Vestur 4 stig
4. Víkingur 3 stig
5. B36 3 stig 
6. ÍF 3 stig
7. EB/Streymur 3 stig 
8. B68 1 stig
9. AB 0 stig
10. TB 0 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder