placeholder
Fótbóltur

B36 og Parasport fara undir fótbóltsvenjingar fyri børn við serligum tørvi

Hetta er í samstarv við FSF, og fyrsta venjingin verður á Niðara vølli í morgin klokkan 17. Venjingarnar eru ætlaðar til børn í aldrinum 8-12 ár.

2021-06-10 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skuldi byrja seinasta fríggjadag men varð útsett eina viku orsakað av koronu støðuni.

Í morgin, fríggjadagin 11. juni klokkan 17-18, verður fyrsta fótbóltsvenjing fyri børn við serligum tørvi, ið eru í aldrinum 8-12 ár, á Niðara vølli í Gundadali. Tað eru B36 og Parasport Føroyar, ið saman við Fótbóltssambandi Føroya skipa fyri.

- Málið er at skapa stuttligar og áhugaverdar venjingar, soleiðis at eisini tey børn, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum, skulu kenna seg vælkomin í fótbóltsumhvørvinum her hjá okkum.

Hetta sigur Kevin Welby, ið er annar av venjarunum. Hin er Dávur Brøðraberg. Teir vóna, at við tíðini kunnu lið gerast, ið kunnu kappast móti øðrum liðum hjá øðrum føroyskum feløgum. Ætlanin er eisini, at skapa eitt har bæði børn og foreldur koma hvørjum øðrum við, og ymiskt verður at fáa hjá teimum í samband við venjingar.

Børn úr øllum feløgunum eru vælkomin verður boðað frá.

[object Object]

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder