Fótbóltur

B36 vann 3-0 á EB/Streymi

Liðini spældu venjingardyst í Gundadali. Sebastian Pingel skoraði tvey mál og Stefan Radosavljevic eitt.

Danski áleyparin hjá B36 gjørdi um seg við tveimum málum (Mynd: B36)

Danski áleyparin hjá B36 gjørdi um seg við tveimum málum (Mynd: B36)

2020-03-08 14:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 skuldi til Klaksvíkar og EB/Streymur skuldi taka ímóti HB í fyrsta umfari í Betrideildini, men ístaðin spældu B36 og EB/Streymur venjingardyst í Gundadali.

Les eisini: Fyrsta umfar útsett til15. mars

Tað var ein fjøld á upp ímóti 100 áskoðarum, ið sá B36 vinna tyggjan 3-0 sigur - eins og tá liðini hittust í VFF Kup á sama vølli fyrr í ár.

Eitt sermerkt var, at Bjarni Petersen, sum í dag er skiftur til EB/Streym frá júst B36, spældi 2. hálveik í svørtum og bláum. Talan er um ein leigusáttmála, ið er galdandi fyri fýra mánaðar.

Les eisini: Bjarni Petersen skal spæla við EB/Streymi fram til summarsteðgin

B36 - EB/Streymur 3-0 (2-0)
Sebastian Pingel 2 mál, Stefan Radosavljevic 1 mál

Venjingardysturin millum NSÍ og ÍF við Løkin verður bríkslaður í gongd nú klokkan 15.00 

Les eisini: - Hetta sømir seg ikki einum fótbóltssambandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder