Klokkan 19 bresta B36 og HNK Riejka saman í fyrra dystinum í triðja umfari í Conference League
Dysturin verður spældur á Tórsvølli, og fyri heimaliðið er tað umráðandi at fáa eitt gott útgangsstøði til dystin í Kroatia.
Les eisini:
Símun Solheim: - Sera umráðandi at fáa eitt gott úrslit við til Kroatia
Nú fær B36 eina nakað størri avbjóðing
Dan Brimsvík og toymi hava sett liðið. Sambært almennu uppsetanini er talan um eina 3-5-2/5-3-2 leikskipan. Hetta kann vera, tí at mett verður at hetta er neyðugt fyri at verja rætt upp fyri kroatiska liðnum.
Sambært hesum kemur Magnus Egilsson inn sum ein miðverji. Í mun til seinastu dystirnar er Bjarki Nielsen ikki millum teir fyrstu ellivu - vongurin er á bonkinum.
Tað kann eisini vera, at B36 spælir øðrvísi enn tað sær út niðanfyri; t.d. við Símuni Sólheim sum kanti, men tað tykist at vera ein øðrvísi leikskipan hesaferð.
B36 (3-5-2/5-3-2): Mattias Lamhauge - Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Símun Sólheim, Michal Pryzbylski, Eli Falkvard Nielsen (L), Andrass Johansen, Jann Julin Benjaminsen - Taufee Skandari, Hannes Agnarsson
Til ber at keypa atgongumerki til dystin á atgongumerki.fo ella við dyrnar. Televarpið vísir dystin á Tórsvølli, ið byrjar klokkan 19. Portalurin er á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
Myndir: UEFA
Sí eisini: Fyri triðju ferð í triðja umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald