Fótbóltur

Fyri triðju ferð í triðja umfari

B36 hevur fleiri ferðir áður spælt seg víðari fleiri ferðir sama summar. Í kvøld bíðar kroatiska Rijeka í fyrra dystinum í 3 umfari í UECL. Dysturin á Tórsvølli byrjar klokkan 19.

B36'arar hava fleiri ferðir fingið fegnast um í Evropa í ár og undanfarnu árini (Mynd: Sverri Egholm)

B36'arar hava fleiri ferðir fingið fegnast um í Evropa í ár og undanfarnu árini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-10 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan tekur B36 móti HNK Riejka fyrra dystinum í 3 umfari í UEFA Europa Conference League. Liðið hjá Dan Brimsvík var eisini í hesum umfarinum í fjør. Tað vil siga, at man tvey ár á rað hevur vunnið seg tvær ferðir víðari.

B36 er tað føroyska felagið, ið oftast er komið víðari í evropeiskari kapping - heili ellivu ferðir síðani gjøgnumbrotið í 2005 móti ÍBV á Tórsvølli í UEFA Cup. Hetta er triðju ferð, at B36 spælir í 3. umfari - tí beint áðrenn play-off umfari - í evropeiskari kapping.

Sum nevnt vann felagið seg eisini tvær ferðir víðari í Conference League í fjør. Hetta við samanløgdum sigrum á Borac Banja Luka (Bosnia - brotsspørk) og Tre Fiori (San Marino - 1-0) Í triðja umfar var danska Viborg sterkari.

[object Object]

Magnus Egilsson, ið nú er tøkur aftur eftir leikbann, var ein av hetjunum, tá B36 vendi 0-2 til 3-3 samanlagt fyri síðani at basa Borac í brotssparkskapping í fjør (Mynd: BjarnaMyndir)

Eisini í 2020 var B36 í triðja umfari. Tá var tað undir leiðslu av Jákupi á Borg og toymi, og tað var í Europa League. B36 vann seg í roynd og veru víðari tríggjar ferðir, men tá byrjaði liði í einum undanumfari, og talan var um ein dyst í hvørjum umfari (orsakað av koronustøðuni). Ferðin endaði móti bulgarska stórfelagnum CSKA Sofia á útivølli. Tveir sigrar komu eftir longda leiktíð og/ella brotsspørk.

Sí eisini: 
Víðari eftir í minsta lagi longda leiktíð tríggjar ferðir

Eitt annað dømi er um, at B36 hevur vunnið seg tvær ferðir víðari sama summar. Tað var í Europa League í 2018, har man eisini byrjaði í einum undanumfari. Besiktas gjørdist ein alt ov stórur biti í 2. umfari tá.

Nú skal B36 seg royna seg móti stórum kroatiskum felagi, sum hevur havt nógv góð evropeisk úrslit seinastu árini. Til ber at keypa atgongumerki til dystin á atgongumerki.fo. Televarpið vísir dystin á Tórsvølli, ið byrjar klokkan 19. Portalurin verður á staðnum.

Sí eisini: 
Nú fær B36 eina nakað størri avbjóðing
Símun Sólheim: - Sera umráðandi at fáa eitt gott úrslit við til Kroatia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder