Fótbóltur

B68 oddalið í 1. deild

FC Hoyvík var annars á odda á Svangaskarði í gjárkvøldið. Mál frá ungu toftamonnunum, Hilmari Højgaard og Hjarnari Johansen, í síðstu minuttunum syrgdu fyri, at næstbesta liðið hjá B68 hevur fýra stig tvey umfør.

B68 fekk javnleik á útivølli móti besta liðnum NSÍ í 1. umfari - í gjárkvøldið eydnaðist uppflytarunum at basa FC Hoyvík (Mynd: Tofta Ítróttafelag)

B68 fekk javnleik á útivølli móti besta liðnum NSÍ í 1. umfari - í gjárkvøldið eydnaðist uppflytarunum at basa FC Hoyvík (Mynd: Tofta Ítróttafelag)

2023-03-10 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvi kavin og kuldin um oyggjarnar órógvar fótbóltin um vikuskiftið, men í gjárkvøldið megnaðu B68 og FC Hoyvík at spæla ein dyst í øðrum umfari í 1. deild. Liðini høvdu avrátt at framskunda dystin, ístaðin fyri at útseta hann til í apríl.

Tað var kalt, men spælandi. Málleyst var í steðginum á Svangaskarði, men í 64. minutti legði Petur Frank Jákupsson Holm FC Hoyvík á odda. Sterki áleyparin skoraði eisini í 1. umfari í Klaksvík. Tá megnaði KÍ at vinna 4-3 - heldur ikki hesuferð eydnaðist liðnum hjá Jens Martini Knudsen at fáa stig á útivølli. 

B68 er uppflytari úr 2. deild, men vísti longu í 1. umfari góðan stríðsvilja. Liðið hjá unga lokala venjaranum Jákupi Reinert Højgaard, við nøkrum heilt royndum spælarum og so ungum spennandi spælarum, var væl skipað og fekk málleysan javnleik móti besta liðnum hjá NSÍ.

Í gjár vístu teir mentala styrki. Innskifti 20-ára gamli Hilmar á Regni Højgaard, við nógvu ferðini, javnaði, tá tíggju minuttir vóru eftir. Tað var 19-ára gamli Hjarnar Jákupsson Johansen, sum legði upp, og seks minuttir seinni avgjørdi Hjarnar sjálvur dystin.

Stór frøi á heimamonnunum, ið síggjast avmyndaðir ovast og niðast í greinini. B68 er í løtuni oddalið í 1. deild - saman við FC Hoyvík.

1. deild menn
2. umfar, hósdagin 09.03, á Svangaskarði

B68 - FC Hoyvík 2-1 (0-0)
64' Petur Frank Jákupsson Holm (Fróði Pætursson Rasmussen) 0-1
81' Hilmar á Regni Højgaard (Hjarnar Jákupsson Johansen) 1-1
87' Hjarnar Jákupsson Johansen

Støðan í 1. deild:
B68 II 4 stig *
Víkingur II 3 stig
B36 II 3 stig
Skála 3 stig
KÍ II 3 stig
NSÍ 1 stig
FC Hoyvík 0 stig *
EB/Streymur 0 stig
B71 0 stig 
HB II 0 stig

Næstu dystirnir (3. umfar):

3
17-03-2023 kl.

-

3
17-03-2023 kl.

-

3
17-03-2023 kl.

-

3
17-03-2023 kl.

-

3
17-03-2023 kl.

-


Keldur: dystir.fo og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder