Á degnum sum flytingarvindeygað letur upp, og nú Betrideildin byrjar aftur, hevur B68 kunngjørt styrk til hópin.
Talan er um 22-ára gamla Andreas Pettersen. Hann kemur úr heimlandinum, har hann seinast hevur spælt í triðbestu deildini.
Sambært Transfermarket hava tað tó verið heilt fáir minuttir í Post-Nord deildini í ár. Hann hevði ein skaða stutt undan kappingarbyrjan og hevur síðani havt trupult við at koma á liðið.
Miðvallarin hevur tó millum annað spælt 26 dystir í næstbestu norsku deildini. Har eydnaðist eisini at skora tvey mál í 2022.
Í Noreg verður Pettersen lýstur sum ein ógvuliga hartarbeiðandi miðvallari. Hann hevur bert umboðað Stjørdals-Blink sum vaksnamannaspælari. Tað er eitt felag úr Trøndelag, har nýggi B68-spælarin eisini er frá, sum millum annað fyrrverandi KÍ-spælarin Simen Sandmæl hevur spælt við.
Nú skal hann hjálpa B68, sum eftir tólv umfør liggur beint undir strikuni við seks stigum. Jákup á Borg hevur ikki so breiðan hóp at ráða yvir, so hetta skiftið kann gera mun.
Eftir ætlan verður Andreas Pettersen við í B68-hópinum, sum spælir móti B36 í Gundadali klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald