Fótbóltur

B68 hevur styrkt seg nakað í seinastuni

U21-landsliðsspælarin Torkil Úlvur Holm er tann nýggjasti, sum er kunngjørdur á Svangaskarði. Hann legst afturat Ahmed Latif og Nicolai Dohn.

Torkil Holm skal styrkja um B68-hópin (Mynd: B68 Tofta Ítróttarfelag/Andri Gerðisá)

Torkil Holm skal styrkja um B68-hópin (Mynd: B68 Tofta Ítróttarfelag/Andri Gerðisá)

2025-11-26 14:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 hevur í vetur longt við nakrar spælarar - millum annað við unga álopskenda profilin Djóna Samuelsen. 

Liðið hevur tó eisini mist sentralar spælarar sum liðformannin Aleksandur Ólavsson Jensen, ið fer av landinum, og neyðugt at at styrkja hópin á Svangasakarði.

Síðani Aleksandar Jovevic tók yvir síðst í oktober, eru tríggir púra nýggir spælarar í felagnum lagdir afturat hópinum.

Fyrst kom 27-ára gamli Nicolai Møller Dohn úr 07 Vestur, har danski miðverjin/verjukendi miðvallarin var við at halda liðnum í deildini.

Sí eisini: 07 Vestur hevur mist tríggjar týðandi spælarar 

[object Object]
Mynd: B68 Tofta Ítróttarfelag

Ahmed Latif hevur verið í KÍ seinastu trý árini. Í 2025 hevur ganabúgvin bert spælt í 1. deild, men í 2026 skal kviki 23-ára gamli  vinstri bakkurin/vongurin spæla fyri B68 í bestu deildini.

[object Object]Latif á Svangaskarði (Mynd: B68 Tofta Ítróttarfelag)

Torkil Úlvur Jespersen Holm fyllur 19 ár í morgin - í gjár skrivaði skjóti tvøramaðurin undir við B68. Høgri vongverjin er skiftur úr bandómsfelagnum TB. Seinastu árini hevur Torkil verið partur av ungdómslandsliðunum.

[object Object]
Torkil Holm á Toftum saman við Aleksandar Jovevic, venjara. Ungi bakkurin var við at fáa TB upp í fremstu deildina  í fjør - í ár hevur Torkil verið nakað skaddur men annars spælt fast á Tvøroyri og verið á U21-landsliðnum (Mynd: B68 Tofta Ítróttarfelag/Andri Gerðisá)

Hjarnar Jákupsson Johansen er komin aftur til felagið úr EB/Streymi, har hann hevur spælt í 1. deild, og sum skilst venur Teitur Knudsen við B68. 20-ára gamli miðvallarin hevur altíð spælt við NSÍ. 

B68 endaði á 6. plássi í fremstu deildini í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder