
Tað er nú greitt, hvørji fýra lið skulu spæla í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Tað er nú eisini greitt, hvussu uppgerðirnar síggja út:
KÍ – AB
Víkingur – B68
Lutakast var um hetta á Televarpinum eftir seinastu uppgerðirnar í dag. Tær vunnu Betrideildarliðini sum væntað.
Víkingur hevði nakað av baksi við Skála, men strandingurin Poul Kallsberg skoraði avgerandi málið eftir ein tíma í Sarpugerði, har tað endaði 2-1.
Málveitsla var Inni í Dal á Sandi. Tað gjørdist tó ongantíð veruligur spenningur um útfallið, tí tað var 4-0 til B68, tá 28 minuttir vóru farnir og 6-1 eftir 65 minuttir.
Harvið kann hetta gerast ein endurtøka av finaluni frá 2022, tá Víkingur vann á KÍ. Serliga KÍ er favorittur í sínari hálvfinaluuppgerð – fyrr í dag endaði tað við brotssparkskapping í Klaksvík, og AB vendi øllum á høvdið í Hólmanum á Eiði.
Sí eisini:
Steypaskelkur: AB vendi øllum á høvdið á Eiði
KÍ basti B36 eftir brotssparkskapping
---------------------------------------------------
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mánadagin 21. apríl, 2. Páskadag
EB/Streymur - AB 2-3
KÍ - B36 5-4 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð)
Víkingur - Skála 2-1
B71 - B68 3-6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald