Annað

Babe Ruth-troyggja seld fyri 37 milliónir

Talan er um dýrasta samlaralutin úr ítrótti nakrantíð.

Babe Ruth

Babe Ruth

2019-06-17 13:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein New York Yankees-troyggja, sum víðagitni Babe Ruth spældi í frá 1928-1930 er seld fyri næstan 37 milliónir krónur.

Troyggjan varð seld á uppboðssølu á Yankee Stadium leygardagin.

Við søluni er troyggjan, sum Babe Ruth brúkti í seinna partinum av síni yrkisleið, dýrasti samlaralutur úr ítróttaheiminum nakrantíð.

Babe Ruth gavst at spæla baseball í 1937. Hann doyðisum 53 ára gamal í 1948.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder