Leygardagin 11. februar vóru Badmintonhøllin og KÍ-høllin í Klaksvík karmur um FM fyri lið.
Tilsamans høvdu 14 lið úr HBF og KBF meldað til kappingina. Spælt varð í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17/19.
Byrjað varð tíðliga á morgni, tí tilsamans skuldu 100 dystir spælast.
Í einum liðdysti verða fimm dystir spældir - einmansleikur harrar, einmansleikur kvinnur, tvímansleikur harrar, tvímansleikur kvinnur og blandaður tvímansleikur. Annað liðið skal vinna tríggjar dystir, fyri at vinna stigið.
Tað er altíð spennandi at spæla FM fyri lið, tí at tað er øðrvísi enn, tá ið leikarin er einsamallur á vøllinum. Nú hava leikararnir liðfelagar, sum stuðla og heppa, og kýta øll seg á vøllinum.
Komandi vikuskifti, 18. og 19. februar, skulu leikararnir aftur í eldin. Tá er síðsta grand-prix kapping á skránni, og verður hon í Badmintonhøllini í Havn.
Tá skulu grand-prix vinnararnir av teimum fimm kappingunum, sum hava verið í vetur, finnast í øllum aldursbólkum frá U11 til tey vaksnu. Yngru leikararnir spæla leygardagin, og tey vaksnu sunnudagin.
Heiðursmerkini farna vikuskifti fullu soleiðis:
U11
Gull: KBF - Gunnhild, Hansina, Betuel og Aron
Silvur: HBF blátt - Boas, Róaldur, Árni, Ida og Sanna
Bronsa: HBF reytt - Jóel, Benjamin, Bera og Tórgerð
U13
Gull: KBF 1 - Heidi, Jennhild, Jónas og Emil
Silvur: HBF reytt - Óðin, Hákun, Øssur, Tóra, Brynja og Arnfríð
Bronsa: HBF blátt - Baldur, Sólfinnur, Páll, Nina, Sára, Emilia og Rosa
U15
Gull: HBF blátt - Tóki, Heini, Beinir, Sarita og Naomi
Silvur: HBF reytt - Jafet, Símun, Ørvur, Hansina og Inga Guðrin
U17/19
Gull: HBF blátt - Ári, Asbjørn, Sanna og Mia
Silvur: KBF - Bjarnhild, Oddbjørg, Ranja, Bjarti, Leivur og Jákup
Bronsa: HBF grønt - Sjúrður, Kristoffur, Birna og Julianna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald