Seinasta vikuskifti var stór badmintonkapping í Klaksvík.
Tað vóru 149 tilmeldingar til hesa Grand Prix 3 kapping, og vórðu 250 dystir spældir.
Sambært Klaksvíkar Badmintonfelag, er hetta heldur minni enn seinasta ár og væl minni enn fyri 3 árum síðani, tá 221 leikarar vóru meldaðir til, og teir spældu knapt 380 dystir.
Leygardagin spældu børn og ung frá U11 til U17, og sunnudagin spældu tey vaksnu.
Kappingin gekk væl, og tað vórðu nógvir góðir og spennandi dystir spældir. Har var eisini nógv gott at fáa, so sum kakao, bollar, frukt og smyrjubreyð.
Aftur í ár var JFK-trol stuðul til hesa stóru badmintonkapping.
Myndir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald