Annað

Badminton: Síðstu finaluluttakararnir klárir til Finaludagin

Stóri Kontrast Finaludagurin fyri borðtennis, judo og badminton er í Høllini á Hálsi í dag – Magnus Dahl Christiansen og Miriam í Grótinum eru við í trimum finalum í part.

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Mynd: Badmintonsamband Føroya

2021-04-10 09:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 10. apríl verður stóri Kontrast Finaludagurin fyri borðtennis, judo og badminton, har endaligu finalurnar í FM blíva leiktar.

Í badminton hava innleiðandi umfør verið hóskvøld og fríggjakvøld í hesi vikuni, har bestu vaksnu leikararnir hava kappast um finaluplássini í einmansleiki kvinnur og menn, tvímansleiki kvinnur og menn, umframt blandaðum tvímansleiki.

Hóskvøldið endaðu hesi fýra í finaluni í einmansleiki eftir fleiri tættar og spennandi dystir: Niclas Højgaard Eysturoy (HBF), Magnus Dahl Christiansen (HBF), Gunnvá K. Jacobsen (HBF) og Miriam í Grótinum (HBF).

Og fríggjakvøld blivu so enn fleiri spennandi innleiðandi dystir í tvímansleiki leiktir. Síðsta hálvfinalan var liðug klokkan 23:15, tá Gunnvá K. Jacobsen og Magnus Dahl Christiansen frá HBF vunnu sær seinna plássi í finaluni í blandaðum tvímansleiki eftir tættan trýsettara ímóti Sissal Thomsen og Niclas Højgaard Eysturoy. Mótstøðuparið í finaluni er Miriam í Grótinum og Rúni Øster, HBF, sum vunnu á Árant á Mýruni (MBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF).

Í tvímansleiki fyri kvinnur verða tað Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF, sum skulu spæla ímóti Miriam í Grótinum og Sissal Thomsen, HBF. Í mansfinaluni í tvímansleiki skulu Magnus Dahl Christiansen og Jónas Djurhuus (HBF) møta Niclas Højgaard Eysturoy og Aksel Poulsen (HBF).

Eitt sindur serstakt er tað, at tveir leikarar eru við í trimum finalum í part, nemliga Magnus Dahl Christiansen og Miriam í Grótinum. Finaludagurin byrjar fyrrapart klokkan 10 við finaluni í tvímansleiki fyri kvinnur, síðani vera tað mennirnir í tvímansleiki, og at enda fyri døgurða er finalan í blandaðum tvímansleiki. Finalurnar fyrrapart kunnu síggjast í eini stroyming á facebook-síðuni hjá BSF. Seinnapartin verða finalurnar í einmansleiki leiktar, har Kringvarp Føroya eisini varpar út í sjónvarpinum.

Nú avmarkingarnar fyri áskoðarar er hækkað til 500, verður vónað at nógvir áskoðarar velja at møta upp í Høllini á Hálsi í Havn, tá stóri Kontrast Finaludagurin verður skotin í gongd leygarmorgun klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder