Sera spennandi dystir vóru í Badmintonhøllini í Havn í gjár, nú innleiðandi umførini til FM í badminton eru byrjaði. Í gjár varð avgjørt, hvør vann seg í finalurnar um føroyameistaraheitið í einmansleiki til KONTRAST FM.
Í finaluni til hjá kvinnunum eru Gunnva K. Jacobsen og Miriam í Grótinum, báðar frá Havnar Badmintonfelag.
Hjá monnunum vunnu Niclas Eysturoy og Magnus Dahl Christiansen plássini í finaluni, teir eru somuleiðis báðir frá Havnar Badmintonfelag.
Í dag heldur kappingin fram í Badmintonhøllini í Havn, tí nú skulu finalistarnir finnast til FM í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Hendan kappingin byrjar kl. 17.
KONTRAST FM verður í høllini á Hálsi leygardagin 10. apríl. Tá verða allar finalurnar um føroyameistaraheitið í badminton spældar. Dagurin byrjar kl 10, tá verða finalurnar stroymdar á facebook síðuni hjá Badmintonsambandinum, KVF sendir beinleiðis frá kl 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald