Annað

Badminton: U19 landsliðið til heimsmeistarakapping í Russlandi úttikið

Ungdómsheimsmeistarakappingin fyri lið verður í Kazen í Russlandi í døgunum 30. september - 1. oktober.

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Mynd: Badmintonsamband Føroya

2019-09-07 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

U19 landsliðið til ungdómsheimsmeistarakappingina fyri badmintonlið, sum verður í Kazen í Russlandi, er nú úttikið.

Tað skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook í dag.

Tað er Sune Gavnholt, landsliðsvenjari, sum hevur úttikið hópin, sum skal umboða Føroyar í Kazen í døgunum 30. september til 1. oktober.

43 lið luttaka í kappingini, og luttakast verður í morgin klokkan 15 lokala tíð í Kazan.

Tey, sum eru úttikin eru hesi:

Alma Kentsdóttir, Lyngby/HBF
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Jónas Djurhuus, HBF
Árant á Mýrini, MBF
Ari Míne Jacobsen. KBF

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder