Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarar til ungdómskapping í Reykjavik.
Leikarar úr HBF luttóku í øllum aldursbólkum, og við ferðalagnum eru venjararnir Aksel, Erland og Wong.
Wong hevur seinastu árini ment badminton ítróttina nógv, og sæst tað aftur í góðu úrslitunum í Reykjavík, og ikki minst í longu bíðirøðunum, sum Havnar Badmintonfelag hevur frá fólki, sum ynskja at sleppa at venja badminton í Havn.
Tá ið kappingin, sum varð spæld leygardagin 1. og 2. februar, var liðug, høvdu føroysku leikararnir vunnið fleiri heiðursmerki. HBF ynskir øllum til lukku við heiðursmerkjunum, og takkar øllum, sum eru við á ferðini fyri góða og spennandi dystir.
Hesi vunnu heiðursmerkið
U13
Ida Thomsen, silvur í einmansleiki kvinnur
U15
Tóra Erlandsdóttir, gull í einmansleiki kvinnur
Elisa Niclasen, gull í B finaluni, einmansleikur kvinnur
Rósa G. Sødergren silvur í B finaluni, einmansleiki kvinnur
Tóra Erlandsdóttir og Brynja á Borg, gull í tvímansleiki kvinnur
Tóra Erlandsdóttir og Óðin Eldevig, gull í blandaðum tvímansleiki
U17
Sarita Kvilt, silvur einmansleiki kvinnur
U19
Birna K. Jacobsen, silvur í einmansleiki kvinnur
Julianna í heiðunum og Eira Á. Petersen, silvur í tvímansleiki kvinnur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald