Annað

Badmintonleikarir úr Havnar Badmintonfelag til RIG 2019

Tilsamans eru uml. 40 leikarir, sum skulu spæla leygar- og sunnudagin.

2019-02-01 16:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgun fór eitt stórt ferðalag við badmintonleikarum úr Havnar Badmintonfelag til Íslands at luttaka í Reykjavik International Games (RIG). Tilsamans eru uml. 40 leikarir, sum skulu spæla leygar- og sunnudagin.

Kappast verður í U11, U13, U15, U17 og U19.

Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður áfram, til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni, tí ungu leikararnir skulu spæla í øllum trimum greinunum – einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.

Eisini eru nakrir leikarir við úr hinum feløgunum í Føroyum

Aftur í ár verður skipað fyri landsdysti fríggjakvøldið millum Føroyar og Ísland. Landsdystirnir verða skipaðir sum ein liðkapping, har einmans-, tvímans- og blandaður tvímansleikur verða leiktir. Í ár verður eisini landsdystur leiktur í U19.

Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 4. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder