Annað

Badmintonsambandið avlýst allar FM kappingar

Feløgini kunnu tó fara at venja aftur, og hevur Badmintonsambandið fingið greiðar mannagongdir frá koronaráðgevingini í hesum sambandi.

Kontrast FM 2019 (Mynd: Badmintonsambandið)

Kontrast FM 2019 (Mynd: Badmintonsambandið)

2020-05-01 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Badmintonsamband Føroya hevur tikið avgerð um, at FM í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki 2020 verður avlýst. Tað boðar Badmintonsambandið frá í dag.

– Hetta hevur ikki verið nøkur løtt avgerð at taka - og hevur tað verið nógv ymiskt, sum nevndin hevur skulað tikið atlit til, men vit halda, at hetta er tað rætta at gera. Orsøkin til avlýsingina er koronasmittan, sum hóttir samfelagið. Harafturat hava leikararnir ikki havt møguleika at vant og kappast síðani Grækarismessu, og eru vit noydd at hava hetta í huganum eisini, sigur Badmintonsambandið í skrivi til feløgini.

Kontrast FM verður av ongum

Badmintonsamband Føroya hevur undir tilgongdini samskift við Borðtennissamband Føroya og Judosamband Føroya, og eru tey trý sambondini komin ásamt um, at tað í ár er skilabest at avlýsa Kontrast FM, sum er stóri finaludagurin hjá hesum trimum ítróttagreinunum.

Badmintonsamband Føroya hevur eisini samskift við avvarðandi myndugleikar og koronaráðgevingina.

– Hóast dyr vórðu gloppaðar fyri møguliga at taka kappingarárið uppaftur og skipa fyri einum skerdum FM, so hevði hetta á mongum økjum verið so avbjóðandi, at vit meta tað vera skilabest at avlýsa allar ársins FM-kappingar, verður sagt.

Hóast FM nú er avlýst, hevur koronaráðgevingin givið grønt ljós til, at feløgini kunu fara at venja aftur. Badmintonsambandið fegnast um hetta, og hevur eisini í hesum sambandi fingið greiðar mannagongdir, soleiðis at reinføri og frástøða er í lagi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder