Havnar Badmintonfelag skipar fyri Badmintonskúla í Havn frá týsdegnum 29. juni til og við fríggjadegnum 2. juli. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 15 ár. Dentur verður lagdur á eina hendingaríka viku við góðari samveru, spølum og dyggari badmintonvenjing.
Badmintonskúlin er bæði fyri royndar leikarar og nýbyrjarar.
Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. So neyðugt er at hava innandura og uttandura skógvar/ítróttarklæðir við. Liðini verða samansett eftir aldri og styrki, so øll kunnu vera við. Børnini fara at venja antin fyrrapart ella seinnapart alla vikuna.
Morgunliðið er frá klokkan 9 til 12, og seinnapartsliðið frá klokkan 12.30 til 15.30 Kostnaðurin er kr. 450 krónur íroknað frukt og t-shirt.
Venjararnir
Fleiri góðir og dugnaligir venjarar eru í ár; teir eru Magnus Dal-Christiansen, Gunnva K. Jacobsen, Rúni Øster og Mariann Øster.
Magnus er vanliga venjari í Havnar Badmintonfelag hjá U13 og U15/19 og hevur nógvar royndir innan badmintonlegur sum heild.
Gunnva venur dagliga í KMB 2000 í Danmark, og hevur verið venjari hjá børnum í fleiri ár, áðrenn hon flutti til Danmarkar.
Rúni er í dag hjálparvenjari hjá HBF og venur saman við Magnus á besta liðnum í Havnar Badmintonfelag.
Harafturat eru Magnus, Gunnva og Rúni øll landsliðsleikarar.
Mariann Øster er venjari í Miniton hjá HBF og hevur nógvar royndir innan badmintonspøl og læring. Hon hevur verið venjari á badmintonskúlanum í fleiri ár.
Tilmeldingin er byrjað, og fer fram fyri limir í Havnar Badmintonfelag í Klubmodul. Ikki limir eru eisini vælkomnir. Nærri kunning um Badmintonskúlan er at síggja á facebook-síðuni hjá Havnar Badmintonfelag og hjá Badmintonsambandi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald