Annað

Bæði breidd og elita á breddan

– Felagsskapurin, sum kanska hevur verið nakað forfjónaður í mun til elituna, má dragast upp. Breiddin má setast heilt uppá síðuna av elituni, segði ÍSF-forsetin á aðalfundi leygardagin.

2021-05-31 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað, sum stendur sterkast eftir frá 2020, er týdningurin av felagsskapinum. Týdningurin av at vera virkin saman við øðrum. Soleiðis segði Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, í røðu síni á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandinum leygardagin.

– Um nakar ivaðist áðrenn, ja, so ivast tey ikki longur. Nú vit vórðu avbyrgd og skuldu halda frástøðu, sóu vit greitt, hvønn eyðsýndan týdning tað hevur at íðka saman við øðrum, segði hon og vísti á, at fólk, sum eru knýtt at einum felagsskapi, hava tað betur.

So um ítrótturin verður tikin frá fólki - ja, so hevur tað sjálvandi kropsligan týdning - men fyrst og fremst hevur tað stóran sálarligan og sosialan týdning, segði hon.

Hon staðfesti í sama viðfangi, at Ítróttarsambandið fer at taka hetta serliga árið við sær og byggja komandi virksemið á hesa sannkenning.

– Felagsskapurin, sum kanska hevur verið nakað forfjónaður í mun til elituna, má dragast upp. Breiddin má setast heilt uppá síðuna av elituni.

Elin Heðinsdóttir Joensen vísti á, at vit mugu gerast betur til at dyrka bæði. Elituna, evnini, málini øðrumegin - og breiddina, rørslugleðina og felagsskapin hinumegin. Tað hevur 2020 sligið púra fast.

Somuleiðis segði hon, at fleiri ymisk tiltøk verða sett í gongd í næstum fyri at fáa breiddina við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder