Annað

BankNordik og Havnar Badmintonfelag leingja samstarvið

Havnar Badmintonfelag hevur eisini gjørt sáttmála við nýggjan høvuðsvenjara.

Allan Skaalum, formaður í Havnar Badmintonfelag, og Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik, undirskriva samstarvsavtaluna frammanfyri ungu badmintonleikarunum Tóka og Kristoffur.

Allan Skaalum, formaður í Havnar Badmintonfelag, og Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik, undirskriva samstarvsavtaluna frammanfyri ungu badmintonleikarunum Tóka og Kristoffur.

2019-06-03 14:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnar Badmintonfelag hevur longt avtaluna við BankNordik, sum verður høvuðsstuðul hjá felagnum í tvey ár afturat:

”Vit fegnast um at kunna leingja góða samstarvið við Havnar Badmintonfelag, sum er í einari spennandi tilgongd. Sum høvuðsstuðul vóna vit at kunna vera við til at tryggja víðari menningina av felagnum, ið ger eitt stórt arbeiði fyri bæði børn og ung”, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Í Havnar Badmintonfelagi eru vit fegin um at hava longt avtaluna við BankNordik um at vera høvuðsstuðul hjá felagnum. Vit hava havt gott samstarv við BankNordik tey árini, ið bankin hevur verið okkara høvuðsstuðul. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at hava ein sterkan viðleikara sum høvuðsstuðul.

Havnar Badmintonfelag hevur eisini gjørt sáttmála við nýggjan høvuðsvenjara fyri leikárið 2019/20. Talan er um 25-ára gamla Fai Yin Wong úr Malaysia.

Wong gjørdist professionellur badmintonleikari longu sum 12-ára gamal. Hann hevur verið á malaysiska landsliðnum, har hann hevur luttikið í grand prix-kappingum og í heimsmeistarakapping í blandaðum tvímansleiki, og hann hevur eisini verið venjari í Malaysia. Seinasta árið hevur hann verið venjari og spælt við badmintonfelagnum í Ikast, samstundis sum hann hevur gingið á ítróttarskúla.

Havnar Badmintonfelag er størsta badmintonfelagið í landinum við eini 300 limum, og vit fáa alt fleiri limir. Við avtaluni við Wong fáa vit ein ungan venjara, sum eisini hevur altjóða royndir sum leikari á hægsta stigi, og sum kann føra okkara leikarar enn longur fram sum góðar badmintonleikarar.

Við stuðulsavtaluni við BankNordik og við Fai Yin Wong sum nýggjum høvuðsvenjara síggja vit fram móti einum góðum og spennandi komandi kappingarári.

- Havnar Badmintonfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder