Sunnudagin skipar Tórshavnar Golffelag fyri BankNordik-Open golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi.
Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi. Spælt verður í tveimum, soleiðis at vinningur eisini verður latin tí leikara, sum hevur flest stig eftir 9 teimum fyrstu holunum. Meðan viningar verða latnir teimum trimum bestu ið hava flest stig eftir 18 holum. Vinningur verður eisini latin til tann leikaran, ið hevur fægst sløg á øllum 18 holunum.
BankNordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarum eina eskju við BankNordik-bóltum. Harafturframt letur BankNordik teimum bestu í einstaklinga-kappingini góðar vinningar.
Harafturat verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.
BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá spælt verður.
Kappingin er fyri øll, sum við einum galdandi handikappprógvi, kunnu vísa at hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald