Vermund Vestergaard fór á rógvimaskinuna í framsýningarhølunum hjá Bilrøkt í morgun klokkan 9, og síðani hevur hann róð góðar 75.000 metrar.
Orsøkin er Eydnudeildin, sum hann ynskir at seta sjóneykuna á.
Higartil hevur hann róð í seks tímar, og fyri løtu síðani byrjaði Jens Marni Hansen at spæla nøkur løg.
Øll eru vælkomin út á Bilrøkt í Stiðjagøtu 3 í Havn, men tað er ikki at liggja á boðunum, tí tað gongur skjótt móti málunum, sum er 100.000 metrar.
Mett verður at hann verður liðugur at rógva um hálvgun fimm tíðina.
Til ber at fylgja við á stroymingini omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald