Annað

Barbara Debes Eiriksfoss ársins amboðsvenjari

Fimleikagalla 2019: Ársins amboðsvenjari leggur nógva orku í fimleikin og setur alt til síðis fyri at venja íðkarnar, sigur dómsnevndin.

Barbara Debes Eiriksfoss, frá Havnar Fimleikafelag (Mynd: Erla Z)

Barbara Debes Eiriksfoss, frá Havnar Fimleikafelag (Mynd: Erla Z)

2019-06-15 23:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Fimleikagalla í Dansifrøi í kvøld varð ársins amboðsvenjari hjá kvinnum kosin.

- Ársins amboðsvenjari leggur nógva orku í fimleikin og setur alt til síðis fyri at venja íðkarnar

- Hon er altíð í góðum lag, og hettar smittar av á íðkaranar. Hon er væl fyrireikað til venjing og dugir væl at motivera, tí hevur liðið tikið seg sera nógv fram.

- Hon er pedagogisk og dugur væl at fáa fimleikaran at vinna á óttanum, so avrikið verður gott, sigur dómsnevndin.

Ársins amboðsvenjari hjá kvinnum er: Barbara Debes Eiriksfoss, frá Havnar Fimleikafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder