Fótbóltur

Barcelona og Juventus skulu gera arbeiði liðugt á heimavølli

Messi og Ronaldo og liðini hjá teimum hava framvegis møguleika at standa yvirfyri hvørjum øðrum í finaluni, um úrslitini í kvøld hætta sær sum væntað.

Messi og co. taka í kvøld ímóti Manchester United
(Mynd: EPA)

Messi og co. taka í kvøld ímóti Manchester United (Mynd: EPA)

2019-04-16 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld fæst greiða á, hvørji tvey lið eru tey fyrstu til at spæla seg í hálvfinalurnar í ársins Champions League. Uppgerðirnar í Torino og Barcelona avgera hetta, og hóast heimaliðini hava góð útgangspunkt og eru favorittar, so er alt opið undan dystunum: 

Barcelona (1) - Manchester United (0)
Juventus (1) - Ajax (1)

Mikudagin skoraði Barcelona einasta málið á Old Trafford tíðliga í dystinum og hevði gott tamarhald á støðuni. Tað tyktist ikki, sum útiliðið var so áhugað at leypa á eftir hetta, men helt í fleiri førum ógvuliga væl fast í bótlinum, og við Pique á odda stóð væl ímóti, tá United royndi at koma við trýsti. Undir Erneste Valverde hevur liðið ment tann verjukenda partin, og er kanska ikki altíð eins dynamiskt og undirhaldandi sum áður, men tó sera effektivt. Liðið hevur framvegis Messi sum stjórnar og gandar, og liðið er krútsterkt á Camp Nou og harvið stórfavorittur at spæla seg víðari.

United hevur hetta kappingarárið vunnið bæði í Torino og í París, og í áttandapartsfinaluni vísti liðið styrki við at venda 0-2 frá Old Trafford. Hetta varð gjørt við effektiviteti og fitt av hepni, men tó eisini hegni. Hetta kann vera við at geva liðnum hjá Solskjær, ið er í einum aldidali fyri tíðina, vón undan dystinum í kvøld. Tað skal tó ógvuliga nógv til, um enska liðið skal spæla seg í hálvfinaluna.

[object Object]
(Spennandi uppgerð er í væntu millum Juventus og Ajax - Mynd: EPA)

Í Amsterdam í seinastu viku var heimaliðið omaná í spæli og málmøguleikum, men málið hjá Ronaldo gav Juventus eitt gott útgangsstøði. Á heimavølli eru ógvuliga fá lið, ið gera nakað við italiensku meistararnar, og hetta fekk Atletico Madrid at føla í seinnu áttandapartsfinaluni. Tá vísti Cristiano Ronaldo sín klassa við hattriki, ið sendi Juve víðari. Liðið situr á Serie A, men jagstrar evropeisk steyp. Nú skal Ajax royna at standa í vegin, og evnaríka og spennandi liðið hevur víst sera gott spæl í ár og sló Real Madrid út á Bernabeu í áttandapartsfinalunum. 

Juventus og Barcelona eru millum favorittarnir at vinna ársins kapping; um liðini verða millum seinastu fýra fæst greiða á í kvøld. Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00; tann í Barcelona verður vístur á TV3 + og Juventus  - Ajax á TV3 Sport. Báðir eru eisini tøkir á Viaplay. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder