Fótbóltur

Barcelona, Real Madrid og Juventus kunnu rokna við revsing

Uefa fer nú undir at kanna hvørji stig skulu takast mótvegis feløgunum, sum arbeiða ímóti áhugamálunum hjá felagsskapinum.

2021-05-12 18:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fótbóltsfeløgini FC Barcelona, Real Madrid og Juventus hava enn ikki slept ætlanunum um at fáa í lag eina evropeiska superliga, og kunnu nú vænta sær at verða revsað av evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa.

Uefa hevur í dag boðað frá, at sambandið er farið undir at kanna, um brot eru framd á løgfrøðiligu karmarnar hjá Uefa í sambandi við superliga-ætlanirnar.

Onki verður sagt um revsimøguleikarnar í hesum sambandi, skrivar sport.tv2.dk.

Leygardagin sendu feløgini út eitt felags skriv, har tey hildu fast um ynskið um at gera eina evropeiska superliga. Meðan hini liðini í verkætlanini vóru skjót at taka seg aftur, royna sponsku Barcelona og Real Madrid og italska Juventus at halda lív í dreymunum.

Hini níggju feløgini hava játtað seg til at vera partur av kappingarskipanini hjá Uefa í framtíðini og hava viðgingið, at superliga-verkætlanin var eitt mistak. Tað skrivar Uefa á heimasíðuni.

Samstundis skulu tey rinda eina bót á tilsamans 110 milliónir krónur. Talan er um hesi feløgini: Manchester City, Manchester United, Liverpool, Chelsea, Tottenham og Arsenal úr Onglandi, Inger og Milan úr Italia og Atlético Madrid úr Spania.

Í sambandi við at tann avtalan varð gjørd, segði Uefa, at felagsskapurin hevði brúk fyri tíð til at finna útav, hvat skal gerast við hini trý feløgini.

Tey trý feløgini harmast um, at hini feløgini í superliga-ætlanunum nú eru farin yvir í hin partin.

- Grundleggjandi trupulleikarnir, ið fingu tey 12 feløgini at kunngera Super League, eru ikki horvnir, skriva Barcelona, Real Madrid og Juventus.

Evropeiskir miðlar hava ført fram, at hesi trý feløgini skulu rokna við ikki at sleppa at spæla við í Uefa Champions League ella øðrum evropeiskum kappingum í nærmastu framtíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder