Fótbóltur

Barcelona sligið út úr Champions Leauge

Fyru fyrstu ferð í 17 er spanska stórfelagið ikki við, tá farið verður til endaspælið.

Xavi Hernandez, venjari hjá Barcelona er vónbrotin (Mynd: EPA)

Xavi Hernandez, venjari hjá Barcelona er vónbrotin (Mynd: EPA)

2021-12-09 07:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í 17 ár er spanska stórfelagið FC Barcelona ikki við, tá farið verður til endaspælið í Champions League.

Seinastu dystirnir í bólkaspælinum vórðu spældir í gjár, og her fekk Barcelona bank á útivølli móti týska Bayern München.

Harvið endaði Barcelona á triðja plássi í bólkinum, og skal spæla Evropa League, tá farið verður í gongd aftur í teimum evropeisku kappingunum í 2022. Bayern München og Benfica komu víðari í endaspælið.

Hini liðini, sum eru víðari eru:

Bólkur A: Manchester City og PSG
Bólkur B: Liverpool og Atlético Madrid
Bólkur C: Ajax og Sporting CP
Bólkur D: Real Madrid og Inter
Bólkur F: Manchester United og Villareal ella Atalanta (avgerandi dysturin útsettur til í kvøld)
Bólkur G: Lille og RB Salzburg
Bólkur H: Juventus og Chelsea

- Europa League er ikki nøkur kapping fyri okkum. Eg eri illur. Nú mugu vit byrja heilt av nýggjum, og her er nógv at rætta. Soleiðis segði venjarin hjá Barcelona, Xavi Hernandez, sum herfyri tók yvir í venjarasessinum eftir niðurlendingin Ronald Koeman.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder