Fótbóltur

Bárður verður við í Belfast

Landsliðsmálverjin gjørdist pápi fríggjakvøldið og hevur ikki spælt tveir seinastu dystirnar. Hann var heldur ikki við í ferðalagnum mánakvøldið, men Bárður á Reynatrøð er tøkur til avgerandi dystin.

25-ára gamli leirvíkingurin stóð á gáttini til at gerast pápi fyri fyrstu ferð, tá fyrri dysturin móti Linfield varð spældur. Tískil var hann á sjúkrahúsinum og ikki á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

25-ára gamli leirvíkingurin stóð á gáttini til at gerast pápi fyri fyrstu ferð, tá fyrri dysturin móti Linfield varð spældur. Tískil var hann á sjúkrahúsinum og ikki á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-13 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Reynatrøð hevði annað og meira týðandi at hugsa um enn at spæla dyst á Tórsvølli hóskvøldið.

25-ára gamli leirvíkingurin stóð á gáttini til at gerast pápi fyri fyrstu ferð. Hetta gjørdist so veruleiki fríggjadagin.

Bárður sat á bonkinum í Sarpugerði sunnudagin, tá Víkingur vann 4-2 á B36 í Betrideildini. Hann fór ikki við til Belfast mánakvøldið men fekk nakrar eyka løtur saman við nýborna soninum og konuni.

Myndir: Víkingur komin til norðurírska høvuðsstaðin

Sí eisini: Báðir liðleiðararnir blivnir abbar seinastu vikuna (Video)

Nú er Bárður á Reynatrøð á veg til norðurírska høvuðsstaðnum, og landsliðsmálverjin er tøkur til avgerandi dystin hjá Víkingi í 3. umfari í Conference League.

Víkingur vann 2-1 í fyrra dystinum móti Linfield. 21- ára gamli Hans Jákup Arngrímsson vardi tá Víkinga-málið.

Meira úr Belfast seinni

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur (1-2)

Sí eisini: Ikki havt so gott útgangsstøði móti Linfield áður

Les eisini: Poul Kallsberg: - Ein kempi uppliving at spæla hesar evropeisku dystirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder