
- Evropa er so stuttligt at spæla, so man er altíð uppsettir uppá tað. Tað er eitt kempi upplivilsi at spæla hesar evropeisku dystirnar; millum tað størsta man kann sum fótbóltsspælari. Eg hopi bara, at vit vinna handan dystin móti Linfield.
Hetta sigur Poul Kallsberg við Portalin/FM1. Vit tosaði við 22-ára gamla vongin eftir 4-2 sigurin hjá Víkingi á B36 í gjár.
Samrøðan byrjar á 1.41 á ljóðbrotinum.
Fyri aðru ferð uppá tríggjar dagar spældi Poul 90 minuttir á høgra vongi hjá Víkingi. Maðurin við 23-talinum skoraði til 2-1 við góðum stútara stutt eftir steðgin.
Sí eisini: Evropeisk Víkinga-veitsla: Basti B36 við ungum liði
Víkingur seldi fyrr í summar Poul Kallsberg til Hillerød Fodbold. Avtalan millum føroyameistararnar og felagið í næstbestu donsku deildini inniber, at Poul skiftir 1. september - ella so skjótt sum evropeiska luttøkan hjá víkingunum er av.
Tað kann hon verða hósdagin, men Poul vil tað øðrvísi/
- Vit skulu geva alt, sum vit hava, og eg skal geva alt, sum eg havi. Um tað verður mín seinasti dystur við Víkingi, so skal eg so í øllum førum fara av vøllinum og vita, at man gav alt, staðfestir Poul Kallsberg.
Poul Kallsberg og liðfelagarnir hava eina leiðslu við, tá teir fara beinleiðis til Belfast í kvøld.
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur (1-2)
Sí eisini: Bæði KÍ og Víkingur hava eina leiðslu við í viðførinum í kvøld
Portalurin og FM1 vera við á ferðini til Norðurírlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald