Fótbóltur

Bayern hevur keypt Nagelsmann leysan fyri 185 milliónir

Talan er um heimsmet - bert 33-ára gamli venjarin fer úr Leipzig í summar, tá Hansi Flick gevst í München.

Julian Nagelsmann (Mynd: EPA)

Julian Nagelsmann (Mynd: EPA)

2021-04-27 17:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er bert 33-ára gamal og hevur seinastu mongu árini verið nevndur millum mest spennandi venjaranøvnini í heiminum. Julian Nagelsmann gjørdi fyrst av álvara vart við seg, tá hann í 2016-2017 førdi Hoffenheim til eitt Champions League. Seinastu tvey kappingarárini hevur hann staðið á odda fyri RB Leipzig, sum í fjør spældi hálvfinalu í Hoffenheim. Nú bíðar uppgávan sum oddamaður fyr tí størsta felagnum í Týsklandi.

Bayern München hevur í dag kunngjørt, at Nagelsmann tekur við venjarasessinum 1. juli. Sky Germany skrivar, at Bayern hevur keypt venjaran, ið verður sammettur við ein ungan Mourinho, fyri 25 milliónir evrur, sum svarar til 185 milliónir krónur. So nógv hevur eitt felag ongantíð rindað fyri at fáa ein venjara áður. Sáttmálin verður á fimm ár, og so langan sáttmála hevur eingin høvuðsvenjari hjá Bayern München nakrantíð fingið.

Julian Nagelsmann er føddur í Landsberg am Lech, ið er 65 kilometrar vestur úr München og spældi sum ungur fyri 1860 München. Tað vóru álvarsamir knæskaðar, ið løgdu meinbogar í vegin fyri yrkisleiðina hjá Nagelsmann sum leikara. Ístaðin fór hann venjaravegin, og skjótt skal hann avloysa Hansi Flick, sum í fjør vann the Treble við Bayern.

56-ára gamli Flick og ítróttarstjórin í Bayern München, Hasan Salihamidzic, hava ikki sitið væl um sátt, og Flick hevur biðið um at verða loystir úr sáttmálanum eftir kappingarenda. Tað verður væntað, at hann fer at taka yvir fyri Joachim Löw eftir EM-endaspælið í summar. Hansi Flick hevur áður verið í venjaratoyminum hjá Löw.

Bayern liggur til níggjunda týska meistaraheitið á rað, men er úti av steypakappingini og Champions League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder