Verandi Champions League meistarar, týsku Bayern München, eru lidnir í kappingini í ár.
Hóast liðið vann 1-0 á útivølli í seinnu fjórðingsfinalu móti Paris St. Germain í gjárkvøldið, so var tað ikki nógmikið. PSG vann fyrra dystin 3-2, og kom sostatt víðari við fleiri málum á útivølli.
Somu liðini hittust í finaluni í fjør, os PSG fær sostatt enn ein møguleika at gerast vinnari av stóru evropeisku kappingini fyri felagslið.
PSG skal spæla móti antin Manchester City ella Borussia Dortmund, sum hittast í kvøld. City vann fyrra dystin á heimavølli 2-1.
Chelsea úr London tryggjaði sær eisini pláss í hálvfinalunum í gjárkvøldið. Chelsea tapti eisini sín dyst á heimavølli í gjárkvøldið 1-0 – tað var móti FC Porto úr Portugal, men tað var nóg mikið, tí enska liðið hevði vunnið fyrru fjórðingsfinaluna 2-0.
Mótstøðan hjá Chelsea í hálvfinaluni verður antin Real Madrid ella Liverpool. Liðini spæla í Liverpool í kvøld, men tað verður trupult hjá Liverpool at tryggja eina reint enska hálvfinalu, tí Real Madrid vann fyrra dystin 3-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald