Annað

BBC vitjaði føroyska e-sportsstjørnu í Lissabon

Johan "N0tail" Sundstein, mest vinnandi e-sportsstjørna í heiminum, hevur keypt sær eini stór hús í portugisiska høvuðsstaðnum.

Johan Sundstein (Mynd: BBC)

Johan Sundstein (Mynd: BBC)

2021-01-15 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska e-sportsstjørnan Johan Sundstein, kendur sum N0tail, hevur vunnið fleiri pengar enn nakar annar e-sportsspælari í heiminum.

Higartil hevur hann vunnið tilsamans 46 mió. krónur við at spæla telduspælið Dota 2, og ein partur av hesum pengunum er farin til eini stór hús í Lissabon í Portugal.

Í desember var BBC og vitjaði Johan í nýggju húsunum, sum hevur heili 17 rúm. Tá greiddi hann frá, at hann var í ferð við at umvæla húsini, men orsakað av koronafarsóttini tekur hetta arbeiðið longri tíð enn væntað.

27 ára gamli Johan Sundstein, ið er uppvaksin í Danmark, er liðskipari hjá liðnum OG, sum er einasta liðið, sum hevur vunnið stóru Dota 2 kappingina The International tvey ár á rað. Tað var í árunum 2018 og 2019.

Í løtuni luttekur Johan í kappingum heimanifrá orsakað av støðuni við korona.

Innslagið hjá BBC sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder