2020-01-26 16:45
Evnið á Fimleikafagnaðinum í ár er “Kongaríki”, og allar sýningarnar hava verið fyri fullsettum sali í Norðurlandahúsinum.
Klokkan 17 verður síðsta sýningin, og tá verður eisini kunngjørt hvat fyri felag vinnur ársins Fimleikafagna.
Í ár luttaka Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið og fyri fyrstu ferð luttaka Tvøroyrar og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald