Annað

Belgiskur súkklari doyði í altjóða kapping í Polandi

Lívið hjá Bjorg Lambrecht stóð ikki at bjarga eftir at hann datt 50 kilometrar fyri mál.

Bjorg Lambrecht í súkklukapping fyrr í ár (Savnsmynd: EPA)

Bjorg Lambrecht í súkklukapping fyrr í ár (Savnsmynd: EPA)

2019-08-06 08:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

22 ára gamli belgiski súkklarin á Lotto Soudal liðnum, Bjorg Lambrecht, doyði í gjár á einum sjúkrahúsi í Polandi.

Tað vóru ring líkindi at súkkla, tá fjórði teinur í súkklukappingini Tour de Pologne varð súkklaður í gjár. Tað regnaði illa og vætan var helst orsøkin til at evnaríki belgiski súkklarin, Bjorg Lambrecht, datt og rendi inn í ein begongvegg.

Hann varð fluttur á eitt sjúkrahús nærhendis, men í gjárkvøldið komu boðini um, at lív hansara stóð ikki til at bjarga.

Bjorg Lambrecht gjørdist professionellur á Lotto Soudal liðnum í fjør. Hann hevur fingið fleiri góð úrslit, sum súkklari. Hann gjørdi vart við seg við at vinna ungdómstroyggjuna í stóru kappingini Critérium du Dauphiné í ár og við at gerast nummar fýra í Fleche Wallone og nummar seks í Amstel Gold Race.

Í fjør vann hann ungdómsútgávuna av Liège-Bastogne-Liège og nummar tvey í Tour de l’Avenir, ið eisini verður kallað ungdómsins Tour de France.

Ætlanin var, at hann skuldi vera við á liðnum hjá Lotto Soudal til Vuelta España, sum byrjar um tríggjar vikur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder